Nýggi stjórin í LÍV: Avkastið skal vera á sama stigi sum í Danmark

Nýggi stjórin í LÍV: Avkastið skal vera á sama stigi sum í Danmark
Rune Nørregaard, sum hevur drúgvar royndir í fíggjar- og tryggingarvinnuni, er settur sum stjóri í tryggingarfelagnum LÍV
Rune Nørregaard er nýggjur stjóri í LÍV.
Mynd: Privat  
 
07.09.2026 - 13:09

Í miðal fáa føroyingar bara helvtina av tí, sum danir fáa í íløguavkasti til eftirlønir.

Avkastið í Føroyum er 3,2 prosent, meðan tað er 6,8 prosent í Danmark. Eftir 40 árum kann munurin vera heilar 4,1 millión krónur, vísir kanning, sum Tryggingareftirlitið hevur gjørt. 

- Íløguavkastið til eftirlønir í Føroyum skal upp á sama stig sum í Danmark, sigur Rune Nørregaard, nýggi stjórin í LÍV.

 


Kundar í LÍV skulu fáa sama avkastið sum tey, ið spara upp til eftirløn í Danmark, lovar nýggi stjórin. 

 

Hann skal menna LÍV, við serligum denti á at styrkja raksturin, skapa góð og støðug úrslit og seta eina greiða, strategiska kós fyri samtakið. Men júst, hvussu LÍV skal fáa størri avkast av sínum íløgum, er ov tíðliga at siga, sigurnýggi stjórin.  

Rune Nørregaard hevur meira enn 15 ára royndir úr fíggjar- og tryggingarvinnuni í Danmark, Føroyum og hinum Norðurlondunum. Hann er í dag bankastjóri og rakstrarstjóri (COO) í Kompasbank, har ið hann saman við stovnaranum situr í stjórnini, og hevur ábyrgd av eitt nú rakstri, sølu og kreditti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07092026_Rune_Norregaard
 
 
Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur, cand.jur., frá Aarhus Universiteti og hevur harafturat eina Global Executive MBA frá IE Business School. Hann hevur eisini tikið nevndarútbúgvingina fyri nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann arbeitt sum senior legal advisor hjá Danske Bank og sum advokatur hjá Bech-Bruun.
Hann hevur sagt seg úr starvi sum bankastjóri og rakstrarstjóri í Kompasbank, har uppsagnartíðin er seks mánaðir, men hann vónar, at avtala kann fáast í lag, so hann sleppur úr starvinum og kann taka við leiðsluni í LÍV, sum umsitir stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og hjá føroysku fakfeløgunum. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040