Tóra Trónd skrivar um gentuna, hon vildi ynskt, hon sjálv var

Tóra Trónd skrivar um gentuna, hon vildi ynskt, hon sjálv var
Dreymurin er at liva av tónleiki, men í løtuni eru allar dyr opnar, sigur 20 ára gamla Tóra Trónd, ið eisini hevur áhuga í støddfrøði og evnafrøði
Tóra Trond var fyrsti gestur í Beinleiðis úr Studio 5 í hesum umfari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.09.2026 - 12:57

 Hóast Tóra Trond einans er 20 ár, hevur hon longu roynt mangt og hvat í tónleikinum. Eitt nú sungið við big bandi og kóri, og so hevur hon eisini skrivað ein sangleik.

- Eg hevði ikki nógvar royndir tá, men tilgongdin var lærurík, ásannar Tóra.

Hon er uppvaksin í Keypmannahavn, men gongur nú á musikkskúlamiðnámi í Føroyum og lesur tónasmíð.

Henni dámar so mikið væl, at hon og aðrir næmingar eisini eru nógv saman aftaná skúlatíð og arbeiða við tónleiki.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Pápi hennara er Tróndur Bogason. Tað hevur havt við sær, at tónleikurin altíð hevur fylt nógv við hús.

Tóra Trónd fór tíðliga undir at spæla klaver, og hugurin at skapa sítt egna kom skjótt.

Í Studio 5 spælir hon tríggjar sangir.

 

Batmobil

Tann fyrsti er "Batmobil". Hann var gjørdur ein dagin, hon sat við klaverið og ikki heilt fann inn til tað, hon leitaði eftir, og óvissan kom sníkjandi.

Tá fór hon at hugsa um gentuna, hon vildi ynskt, hon sjálv var. Tann sjálvsikkra og djarva, sum torir alt og ikki leggur í, hvat onnur halda um hana.

Annar sangurin er ein frumframførsla. Eitt blátt og melankolskt lag um ein persón, ið hevur havt stóran týdning í tilveruni.

Tann seinasti er ein vakur sangur, ið Tóra Trónd skrivaði um lítlabeiggja sín, ið hon fekk, tá hon var 17 ára gomul.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hug at vera við?

Tóra Trónd er fyrsti gestur í sendingini Beinleiðis úr Studio 5 í hesum umfari.

Um tú hevur hug at vera við, so er at senda eini boð til: st5@kvf.fo



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Tóra Trónd


 

1830569

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742