Miðlar senda Elias úr Kiel til Aalborg

Miðlar senda Elias úr Kiel til Aalborg
Alt bendir á, at føroyska hondbóltsstjørnan Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir úr THW Kiel til Aalborg næsta summar
Elias Ellefsen á Skipagøtu í dysti fyri Kiel fyru kortum. Nógv bendir á, at føroyingurin skiftir til Aalborg næsta summar
Mynd: THW Kiel  
 
21.09.2026 - 09:12

Elias Ellefsen á Skipagøtu skiftir úr THW Kiel til Aalborg næsta summar.

Tað skrivar TV 2 í gjárkvøldið.

Føroyski spælskiparin skal eftir øllum at døma avloysa týskaran Juri Knorr og hjálpa norðurjútska stórfelagnum at vinna Champions League.

Sáttmálin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu við THW Kiel endar í 2027, og tí sleppur danska felagið undan at rinda fyri føroysku landsliðsstjørnuna.

Keldur hjá Portal.fo vátta eisini, at alt bendir á eitt skifti til danskan hondbólt.

 

Misjøvn tíð í dreymafelagnum

Elias Ellefsen á Skipagøtu fór úr svenska IK Sävehof til týska yndisfelagið í 2023, men seinastu árini hava verið misjøvn. 

Avrikini hjá liðnum undir nú fyrrverandi venjaranum Filip Jicha versnaðu alsamt, og í ár spælir Kiel ikki evropeiskan hondbólt fyri fyrstu ferð síðan 1993. 

Elias Ellefsen á Skipagøtu sjálvur hevur víst satt stórspæl onkur tíðarskeið, men skaðar og vantandi álit frá venjaranum hava eisini merkt seinastu árini.

Í summar keypti Kiel slovenan Domen Makuc til bakketuna, og ungi týski spælskiparin Rasmus Ankermann bíðar eisini eftir at sleppa framat.

 

Droyma um Champions League-gull

Aalborg hevur sett seg á danskan hondbólt síðstu árini og hevur vunnið meistaraheitið seks av seinastu átta kappingarárunum. 

Stóra málið í Norðurjútlandi er at vinna Champions League. Felagið hevur rokkið Final Four fleiri ferðir, og í 2021 og 2024 var Aalborg í finaluni, men í báðum førum var Barcelona ov sterkt. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961