- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarar tjena ov lítið - noyðast at hava tvey størv

Nógvir fólkaskúlalærarar forvinna ov lítið til at kunna arbeiða sum lærarar burturav. Tí noyðast teir at hava annað arbeiði aftrat.
Lærarastarvið átti í sjálvum sær at verið nóg mikið, hvat løn viðvíkur, men tað er tað bara ikki hjá nógvum lærarum.
Tað sigur Bergur Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, í grein í Skúlablaðnum.
Lønin røkkur ikki
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at skalt tú svara hvørjum sítt fíggjarliga - serliga í miðstaðarøkinum - røkkur læraralønin ikki.
Tað ber heldur ikki so væl til hjá einum lærara at hava yvirtíð, tí undirvíst verður bara, tá næmingar eru í skúla. Og skal tú hava eitt starv aftrat, má tað starvið vera aðrastaðni enn í skúlanum, sigur hann.
Summi arbeiðspláss hava greiðar reglur um, at starvsfólk kunnu ikki hava annað arbeiði aftrat. Tað hevur fólkaskúlin ikki.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:























