Danny & the Veetos vinna sær alsamt fleiri fjepparar úti í heimi

Danny & the Veetos vinna sær alsamt fleiri fjepparar úti í heimi
Bólkurin er ikki bara vælumtóktur í Føroyum. Um dagarnar kundu Danny & the Veetos staðfesta sína fyrstu spæling á P3. Tað er DR-rásin, ið vendir sær til yngra málbólkin.
 
25.09.2026 - 11:51

Danny & the Veetos hava ikki færri enn fimm sangir við sær í skjáttuni, nú teir vitja Studio 5.

Á skránni eru bæði stór hitt, ið hava nøkur ár á baki, og eisini spildurnýggir tónar.

Manningin er: Danny Baldursson: sang, gittar, banjo og sigarboks. Rúni Hentze: trompet. Josh Cana: bass og tangentar og Fríði Bjarkhamar: slagverk.


Mynd: Rúni Jákupsson

 

Tilfarið hjá Danny og teimum er áleið helvt um helvt føroyskt og enskt.

Føroyingum dámar best, tá sungið verður á móðurmálinum, men uttanlands riggar okkara popptónleikur kanska best á enskum, metir Danny Baldursson.

Tó eru undantøk, tí eitt nú sangurin Sunnukvøld í mai hevur nógar lurtarar uttanlands. Til dømis í Ungarn.

Í løtuni er hann næstmest stroymdi sangur hjá Danny & the Veetos á Spotify.

Allright er enn nummar eitt, men í hesum døgum verða fleiri spælingar skrásettar hjá Sunnukvøld í mai.

Tí er ikki óhugsandi, at hann tekur seg fram um áðrenn langt umlíður.


Mynd: Rúni Jákupsson

 

Á stroymingartænastunum ber til at fylgja neyvt við, hvar fólk, ið lurta, eru stødd.

Áhugavert er at staðfesta, at í lítlari bygd í Skotlandi, hevur bólkurin nógvar spælingar.

Tað man vera ein skotskur stórfjeppari, tí limirnir halda ikki, at nakar føroyingur býr har.


Mynd: Rúni Jákupsson

 

Í løtuni er Danny Baldursson tann einasti í bólkinum, ið er yrkistónleikari.

- Eg eri takksamur fyri, at eg eri so nógv umbiðin, sigur hann, og sipar eitt nú til tær mongu veitslurnar, ið hann verður bókaður til.Men hvør veit, um tað í framtíðini ikki kann gerast yrkisleið hjá hinum eisini, tí dreymurin um stóra altjóða frambrotið livir enn.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Danny & the Veetos

1834507

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028