Føroyingarnir gjørdu vart við seg í evropahondbólti

Føroyingarnir gjørdu vart við seg í evropahondbólti
Valur við Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg smurdi Mors-Thy og Magnus Árason av í European League í gjár. Teis Horn Rasmussen vann við Holstebro
 
30.09.2026 - 08:49

Valur vann stórsigur í føroyingauppgerðina ímóti Mors-Thy í European League í gjár.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fóru av vøllinum við 39-28 sigri ímóti Magnusi Árasyni í fyrsta dystinum í bólki H í næststerkastu kappingini hjá EHF.

Allir tríggir skutu mál. Bjarni í Selvindi skeyt seks mál upp á átta skotroyndir, meðan Allan Norðberg fekk fýra upp á fýra. Ungi Magnus Árason, sum er nýggjur í Mors-Thy, skoraði tvær ferðir upp á seks skot.

Teis Horn Rasmussen og Holstebro spældu eisini í European League og løgdu frá landi við 33-23 útisigri ímóti kekkiska liðnum Karvina.

Føroyski strikuspælarin skoraði trý mál og misnýtti einaferð fyri nýggja danska felagið hjá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846