Uppskot um stutttíðarleigu tryggjar ikki javnari kapping

Uppskot um stutttíðarleigu tryggjar ikki javnari kapping
Ferðavinnufelagið heldur, at bústaðir, sum ætlanin er at leiga út til stutttíðarleigu, skulu skrásetast
Ferðavinnufelagið heldur ikki, at uppskotið tryggjar javnari kapping millum gistingarhús og stutttíðarleigu til ferðafólk. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.10.2026 - 08:04

Uppskotið skipar ikki karmar fyri javnari kapping.

Tað sigur Ferðavinnufelagið um uppskotið hjá Tjóðveldi og Framsókn um stutttíðarleigu.

Ferðavinnufelagið heldur ikki, at uppskotið tryggjar javnari kapping millum gistingarhús og stutttíðarleigu til ferðafólk. 

Men yvirskipað tekur Ferðavinnufelagið undir við uppskotinum. 

Ferðavinnufelagið heldur, at ein skrásetingarskipan eigur at vera grundleggjandi í lógini, um endamálið um javnari kapping skal røkkast. 

 

Bústaðirnir skulu skrásetast

Tað eigur í minsta lagi at vera sett krav um, at bústaðir, sum ætlanin er at leiga út til stutttíðarleigu, skulu skrásetast, heldur Ferðavinnufelagið.

Allir bústaðir, sum vera stutttíðarleigaðir, skulu skrásetast í eina felagsskrá, uttan mun til um kommunan ásetir reglur um stutttíðarleigu. 

Kravið eigur at vera, at skrásetingarnummarið skal upplýsast, tá stuttíðarleiga verður boðin. 

Endamálið er, at tað almenna lættari kann hava yvirlit við marknaðinum fyri stuttíðarleigu.

Serliga fyri at tryggja, at rættur skattur og røtt avgjøld vera goldin, so tað ikki er kappingaravlagandi, sigur Ferðavinnufelagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860