Pávin fingið staðfest lungnakrabba

Pávin fingið staðfest lungnakrabba
Pávin var skurðviðgjørdur í gjár
Leo pávi hevur fingið staðfesta lungnakrabba.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2026 - 10:30

Leo pávi hevur fingið staðfest lungnakrabba, eftir at læknar í gjár tóku ein svull burtur úr høgra lunga. Tað skrivar Reuters.

Amerikanski pávin er 71 ára gamal, og hevur verið pávi síðani mai í fjør. Hann hevur annars havt góða heilsu og er kendur fyri at vera kropsliga virkin, eitt nú spælir hann tennis og svimur. 

Pávin fer eftir ætlan til Suðuramerika 6. november, har hann vitjar Uruguay, Argentina og Peru. 

Enn er ikki greitt, um ætlaða skurðviðgerðin fer at ávirka ferðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655