Trump: Olja, gass og málmur bíðar okkum í Grønlandi

Trump: Olja, gass og málmur bíðar okkum í Grønlandi
Donald Trump sigur, at USA skjótt fer at leita eftir ráevnum í Grønlandi. Avtalan við Danmark og Grønland sigur einki um hetta
Donald Trump rør framundir, at USA skjótt fer at leita eftir ráevnum í grønlendsku undirgrundini
 
14.10.2026 - 09:54

Risastórar olju-, gass- og málmleitingar fara skjótt at byrja í okkara nýggja og vakra Grønlandi!

Soleiðis byrjar amerikanski forsetin Donald Trump eitt uppslag á hansara egna sosiala miðli, Truth Social, í morgun.

Hann sigur, at sambært serfrøðingum er meira lætt atkomilig olja í Grønlandi enn í næstan øllum øðrum londum.

Avtalan, sum USA, Danmark og Grønland gjørdu 22. september, sigur einki um leiting eftir ráevnum í grønlendsku undirgrundini, og hon gevur ikki USA rætt til at leita eftir ella yvirtaka grønlendsk ráevni. Talan er fyrst og fremst um eina verjuavtalu, sum gevur USA loyvi til at gera tvær nýggjar herstøðir í Grønlandi.

Eingi oljuleitingarloyvi í Grønlandi eru latin síðan 2021, men nøkur loyvi, sum eru eldri enn tað, eru framvegis galdandi. Hesi leitingarloyvini geva tó ikki av sær sjálvum loyvi til at bora ella taka oljuna upp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858