Elon Musk sett avmarkingar á Starlink-tænastu í Ukraina

Elon Musk sett avmarkingar á Starlink-tænastu í Ukraina
Broytingin kemur samstundis sum USA leggur trýst á Ukraina, fyri at fáa landið at gevast við álopum á russisk oljureinsiverk
Avmarkingin merkir, at fylgisveinasambandið dettur burtur, tá lutir ferðast meira enn 160 kilometrar um tíman.
Mynd: SpaceX  
 
14.10.2026 - 14:22

Amerikanska rúmdarfelagið hjá Elon Musk, SpaceX, hevur - sambært ukrainskum myndugleikum - sett nýggjar avmarkingar á hernaðarligu Starlink-tænastuna í Ukraina.

Tað skrivar Reuters.

Avmarkingin merkir, at fylgisveinasambandið dettur burtur, tá lutir ferðast meira enn 160 kilometrar um tíman.

Sambært einum ráðgeva hjá ukrainska forsetanum, fekk herurin onga ávaring frammanundan tveimum russiskum álopum á Ukraina seinastu dagarnar, og broytingin hevur longu órógvað fleiri hernaðarligar uppgávur við dronum.

 

Sambandið burtur í fleiri sekund

Ukrainskar hernaðarkeldur siga, at sambandið í summum førum hevur verið burtur í 10 til 20 sekund.

Enn hevur SpaceX ikki alment greitt frá orsøkini til avmarkingina.

Broytingin kemur samstundis sum USA leggur trýst á Ukraina, fyri at fáa landið at gevast við álopum á russisk oljureinsiverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860