ES-forsetin við Zelenskyj: Tú kanst altíð rokna við okkum

ES-forsetin við Zelenskyj: Tú kanst altíð rokna við okkum
Ukrainski forsetin fekk hjartaliga móttøku, tá hann kom á ES-toppfundin í dag
Antonio Costa, ES-forseti, Zelenskyj, forseti í Ukraina, og Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, á toppfundi í Brússel.
Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
16.10.2026 - 14:31

Stuðulin úr ES til Ukraina er størri enn nakrantíð, sigur forsetin í ES, Antonio Costa. 

- Tú kanst altíð rokna við okkum. Ja, vit mugu hækka stuðulin og leggja størri trýst á Russland, segði Costa.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, fekk hjartaliga móttøku frá Costa og leiðaranum í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, tá hann kom á ES-toppfundin fyrrapartin.

 

Fleiri tiltøk setast í verk

ES boðar nú frá nýggjum tiltøkum móti Russlandi.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula Von der Leyen, boðar frá nýggjum pakka við revsitiltøkum - hetta er 22. revsipakkin móti Russlandi.

- Eitt er púra greitt: Vit strika eingi revsitiltøk, fyrr enn Russland steðgar hesum krígnum, staðfestir Ursula von der Leyen.

Á toppfundinum í dag fer ES at umrøða fíggjartørvin hjá Ukraina bæði í ár og næsta ár, sambært von der Leyen.

 


Zelenskyj er á toppfundi í ES. (Mynd: Ludovic Marin/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Biður um hjálp at klára veturin

Zelensky biður ES um hjálp til at klára harða veturin, sum stendur fyri durum.

- Vit síggja eingi tekin frá russiskari síðu um, at teir vilja steðga krígnum. Nú mugu vit fyrireika okkum til veturin. Tað snýr seg um orkuveiting, men ikki bara tað. Vit hava eisini tørv á loftverju, sigur Zelensky, sambært NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025