- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eiga at seta mark fyri, hvør kann fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini

- Tey, sum forvinna nógv á uppsjóvarvirkjum ávís tíðarskeið á árinum, eiga ikki at fáa útgjald úr fiskavirkisskipanini, tá ið lítið arbeiði er.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, sum fer at heita á ALS-stýrið um at gera broytingar í skipanini.
Tað eru tríggir bólkar, sum eru partar av fiskavirkisskipanini: alivinnan, uppsjóvarvirkini og fiskavirkini.
Margit Stórá sigur, at helst eigur onkur broyting at vera gjørd millum hesar bólkar, hvør skal fáa útgjald. Hon sigur, at munur eigur at vera gjørdur á vinnum, sum kunnu leggja arbeiðið betri til rættis, so at arbeiði er meira javnt alt árið, og á teimum, sum ikki hava møguleika at gera tað.
Margit Stórá var í Breddanum fyrrapartin:
Allur Breddin kann hoyrast her.

























