
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

- Vit vilja hjálpa teimum, sum hava tað truplast.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum, sum hevur borið løgtinginum eitt uppskot um hjálparpakka. Tað verður væntandi lagt fram fyrsta dagin.
Endamálið er at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga sperd, nú oljuprísirnir eru methøgir.
Húski, sum hava 300.000 kr. í inntøku, og sum annars lúka treytirnar, skulu sambært uppskotinum fáa 5.000 kr. í orkuískoyti.
Uppskotið verður mett at kosta landskassanum tvær milliónir krónur, sigur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: