- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið: Havnargjøld eru ikki ognartøka

Stríð er íkomið um uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í vinnumálum, um at strika havnagjøldini hjá Strandferðsluni. Kommunurnar kunnu missa góðar sjey milliónir krónur um árið, og Lógartænastan hevur reist spurningin, um uppskotið kann vera í stríð við grundlógina.
Men Vinnumálaráðið hevur gjørt eina løgfrøðiliga meting, sum kemur til eina aðra niðurstøðu.
Tað kemur fram í einum uppriti frá Vinnumálaráðnum, sum er dagfest 18. september, og almennakunngjørt í dag.
Ráðið vísir á, at skipini hjá Strandferðsluni røkja eina neyðuga samfelagstænastu, sum ikki kann rekast á vanligum handilsligum grundarlagi.
Tí kunnu skipini, sambært ráðnum, samanberast við eitt nú bjargingarskip og vaktarskip, sum heldur ikki gjalda havnagjøld.
Vinnumálaráðið heldur, at uppskotið er ein lóglig avmarking av rættinum hjá kommununum at krevja gjald, og ikki ognartøka, sum krevur endurgjald.
Ráðið leggur dent á, at kommunurnar framvegis eiga havnirnar og kunnu krevja gjald fyri aðrar tænastur.
Samstundis viðurkennir Vinnumálaráðið, at tað í síðsta enda er rættarskipanin, sum avger, um talan er um ognartøku.
Løgtingið hevur fyrstu viðgerð av uppskotinum í dag.




























