- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingir pengar til ferðslutrygd við Streymin
Ferðslutrygdin við Streymin hevur verið frammi nógvar ferðir seinastu árini. Við Streymin er eitt vandamikið vegastrekki, sum hevur verið viðgjørt nógvar ferðir gjøgnum árini.
Mánadagin svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, grein 52-fyrispurningi frá Haraldi Símunarsyni Hammer um ferðslutrygdina við Streymin. Hann leggur tó afturat, at okkurt er gjørt við trupulleikan. Hámarksferðin á økinum er lækkað úr 80 niður í 60 km/t. og sonevndir ferðgáar eru settor upp, sum vísa ferðina, og sum blinka, um bilar koyra ov skjótt.
Lovisa Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd, vísir á, at tað er eitt vandamikið vegastrekki. Men teir smáu batarnir gera mun.
- Eg hugsi, at tað ger mun. Hetta er jú ikki tað einasta staðið á føroyska landsveganetinum, har sum avbjóðingar eru. Allastaðni, har sum tú hevur útkoyringar frá bygdum øki út á høvuðsvegin, har eru avbjóðingar. Og har er nógvastaðni, har sum ferðin er sett niður til 60 umkring ta vegamótið. Og tað hjálpir eisini, at ferðgáarnir eru. Men tað vísir seg, at bilførarar hava lyndi til at trýsta eitt lítið sindur ov hart á spitaran. Og avbjóðingin er serliga fyri útkoyringina, og tað er Norðskálamegin, at avbjóðingin er tann størra, tí har er útsýnið ikki so gott.
Rundkoyring ella undiføring
Ymsir møguleikar hava verið nevndir fyri, hvussu trupulleikin kann loysast.
- Eg veit, at mann hevur tosað um bæði at broyta alt til eina rundkoyring, ella at gera eina undirføring, soleiðis at tann lokala ferðslan Norðskála- og Oyrabakkamegin ikki nýtist at fara út á høvuðsvegin.
Lovisa Glerfoss vil ikki siga, um politikarar raðfesta ferðslutrygd nóg høgt. Men hon vísir á, at nógvir pengar verða brúktir til íløgur í vegakervi, um enn teir ikki verða brúktir til júst henda trupulleikan.
Tað er ein spurningur eisini, um veksling millum ferðslutrygd og framkomuleika. Tí nógvir pengar verða brúktir upp á veganetið og at útbyggja veganetið. Men kanska gloymir mann viðhvørt viðlíkahald og ferðslutrygdarátøk á verandi veganeti, og tað hugsi eg er nokkso týdningarmikið at hava í huga.
Sí innslag úr Degi og viku.



























