- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samværi

Leiklistakvinnurnar Ria Tórgarð og Súsanna Tórgarð arbeiða og hava arbeitt við so at siga flestu starvstøðum í einum leikhúsi. Teatur Grugg fer nú undir at gera ein nýggjan leik, og tær báðar leiklistakvinnurnar tosa um, hvussu skapanartilgongdin í einum Dreymaspæli eftir August Strindberg er, og hvussu Teatur Grugg arbeiðir við sjónleiki. Vertirnir Beinir Bergsson og Dania O. Tausen tosa við tær um, hvat tað vil siga at vera eitt menniskja.
Lasse Thorning Jæger og Lív Maria Róadóttir Jæger hava gjørt tónleikin í sendingini.

Samværi
Tvey listafólk, Beinir Bergsson, yrkjari, og Dania O. Tausen, yrkjari og tónlistafólk, hitta hvørja viku tvey onnur listafólk og tosa um list í breiðari merking og í smálutum. Samværi hevur einki aktualitetsprinsipp men vil heldur sjálv seta ymiskt á breddan, sum hevur áhugað hjá einstøku listafólkunum.