- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Íslendskur filmur upptikin í Føroyum
Seinastu upptøkur til íslendska filmin “Missir” eftir Ari Alexander Ergi Magnússon verða í løtuni gjørdar í Føroyum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Filmurin er framleiddur av kenda íslendska leikstjóranum og framleiðaranum Friðrik Thór Friðriksson, sum sæst á myndini omanfyri, og er triði filmurin hjá Ari Alexander Ergi Magnússon.
Eitt føroyskt framleiðslulið stendur fyri upptøkunum í Føroyum saman við íslendska liðnum, sum er komið til landið.
"Tílíkar filmsupptøkur eru sera góðar fyri føroysk filmsfólk, tí tey sleppa at arbeiða saman við royndum filmsfólki aðrastaðni frá, og fíggingin kemur úr útlandinum," sigur Jón Hammer frá føroyska filmsframleiðslufelagnum Kykmyndir, sum sæst á myndini omanfyri saman við leikstjóranum, Ari Alexander Ergi Magnússon. Kykmyndir samskipa upptøkurnar í Føroyum.
Vitanin og pengarnir, sum íslendska filmsliðið leggur eftir seg í Føroyum, gagna menningini av føroysku filmsvinnuni og filmsfólkunum, heldur føroyski framleiðarin.
"Hetta ber til, tí vit hava eina afturberingarskipan, sum dregur framleiðslur til Føroyar at brúka pengar. Ikki bert til lønir, men til ymiskar veitarar av catering, uppihald, billeigan og øðrum," sigur Jón Hammer.
Føroyar kunnu ikki samanberast við Ísland, sum fyri stuttum hevur hækkað afturberingina til 35 prosent av góðkendum útreiðslum.
Hetta hevur millum annað havt við sær, at fjórða sesong av amerikonsku sjónvarpsrøðini "True Detective" verður tikin upp til Íslandi. HBO fer at brúka knappar 500 milliónir krónur komandi níggju mánaðirnar til íslendskar veitarar.
"Vit hava enn eitt loft á 200.000 krónur til afturberingina í Føroyum, og tískil fáa vit ikki tær heilt stóru upptøkurnar hendan vegin. Men vónandi verður tað loftið avtikið, so vit veruliga kunnu blíva kappingarfør, serliga nú tá allar stroymingframleiðslur flyta úr Danmark til Svøríkis, Noregs og onnur lond rundanum okkum, sum bjóða betri tænastu," sigur Jón Hammer frá Kykmyndir.
|