- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí myndirnar: Reiley fjepparafepur rakt Føroyar
Børn og ung her á landi, sum eru á TikTok, hava vitað tað leingi.
Og nú hava tey vaksnu eisini fingið tað við.
Føroyar hava eina altjóða poppstjørnu í sveip.
Hon eitur Reiley, og í dag bleiv bleiv Reiley-fepurin sleptur leysur í SMS
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Rani Petersen, sum er hansara kristna navn, hevur yvir 10 milliónir fylgjarar á TikTok og hevur longu sungið seg til ein plátusáttmála við eitt av heimsins størstu plátufeløgum, Atlantic Records.
Og herfyri gjørdist Rani Petersen eisini fyrsti føroyingur, ið sang seg til luttøku í stóru Eurovision-sangkappingini, tá ið hann vann danska Melodi Grand Prix.
Í dag varð skipað fyri tiltaki í SMS, har Havnin fagnaði Reiley.
"Eg kenni væl hatta við, at nógv halda, at Eurovision-sangkappingin er rættiliga kitsj. Men seinastu árini hevur kappingin fingið eitt "comeback" og er vorðin kulari aftur. Nógvir artistar hava fingið sítt altjóða gjøgnumbrot gjøgnum Eurovision, og í ár kann allur heimurin eisini atkvøða," sigur Rani Petersen, sum ætlar sær út at hertaka altjóða tónleikapallin sum Reiley.
Hundraðtals børn - nógv av teimum grýluklødd - og foreldur teirra høvdu lagt leiðina fram við SMS í dag at fagna Reiley.
"Breaking My Heart" eitur væl samanskrúvaði poppsangurin hjá Reiley, sum nú skal royna at vinna bæði Danmark og Reiley heiður og æru til ársins Eurovision-sangkapping. Tað eru fimm ár, síðani Danmark seinast var í Eurovision-finaluni.
Reiley hevur yvir 10 milliónir fylgjarar á TikTok, og nógv av teimum eru børn og ung. Tað sást aftur í SMS í dag.
"Eg gleði meg at byrja at leggja mítt Eurovision-show til rættis. Pallurin í Liverpool er væl størri enn tann til Melodi Grand Prix í Næstved, og tað gevur fleiri møguleikar, ið eg gleði meg at troyta," sigur Rani Petersen.
"I'm in love
Come meet in the middle
I got lost
Still thinking of September"
("Breaking My Heart" / Reiley)
Eftir talu, pallprát og framførslu, gav Reiley sær eisini stundir til at skriva autografar til tey, ið vóru møtt í SMS í dag fyri at heiðra hann.
Sosialu miðlarnir, serliga TikTok og Instagram, eru beinleiðis orsøkin til, at Rani Petersen í dag kann kalla seg poppstjørnuna Reiley. Tí bleiv alt í dag eisini filmað og lagt út á TikTok og Instagram hjá Reiley.
Tey mongu børnini, sum vóru møtt upp í SMS í dag, vildu eisini hava eina mynd við Reiley til sín TikTok- ella Instagram-vanga. Og tað fingu tey.
|