- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í myndum: Bardagin móti pólsku yvirvektini
Øll vónaðu, at fantastiska føroyska manslandsliðið í hondbólti kundi koppa Póllandi og varðveita møguleikan at spæla seg víðari í EM-endaspælinum.
Men tá avtornaði máttu føroyingar lúta við 32-28 móti vælleikandi pólska landsliðnum.
Myndir: Ritzau/Scanpix & Kolektiff
Áræði, vilji og ikki minst sterka samanhaldið lýsir av føroysku leikarunum við dystarbyrjan.
Stuðulin, ið var serstakliga góður alt endaspælið, var eisini framúrskarandi móti Póllandi. Teir mongu føroysku áskoðararnir stuðlaðu leikarunum frá byrjan til endan - og langt út yvir tað.
Føroyar og Vilhelm Poulsen fingu eina flúgvandi byrjan upp á dystin. Vilhelm skoraði eisini upp á báðar sínar fyrstu møguleikar, men so kom stígur í hjá lovandi høgra bakkinum, sum tykist vera lykilin til, at føroyska liðið kann menna álopspartin soleiðis, at alt ikki hongur á Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Hákuni West av Teigum.
Stóra stjørnan á føroyska liðnum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, var ein einmansherur í fyrra hálvleiki, har hann skoraði fimm av fyrstu sjey málunum, ið Føroyar fingu.
Hóast Føroyar vóru frammanfyri við teimum málum eitt skifti í fyrra hálvleiki, so hevði verjan ilt við at steðga póllendingunum, sum komu buldrandi.
Verjan, ið spældi so framúrskrandi væl móti norðmonnum, fekk ongantíð ordiliga fatur í stóru og tungu póllendingunum.
Fór verjan fram eftir stóru pólsku skjúttunum, so runnu kvikaru póllendingarnir, eitt nú Piotr Jedraszczyk, bara ígjøgnum.
Szymon Sicko er ein sjúkur skjútti. Eitt er, at maðurin er tveir metrar høgur. Men nakað annað er, at hann skjýtur harðari enn eitt ross sparkar. 11 skot skjeyt Sicko móti Føroyum, og 10 ferðir lá bólturin í føroyska málinum.
Reyðhærdi rimagarðurin í føroyska málinum, Pauli Jacobsen, hevur ofta roynst okkum dyggur. Men móti Póllandi høvdu bæði Pauli og Nicholas Satchwell tað trupult í føroyska málinum.
Størsta talentið á føroyska liðnum, Óli Mittún, hevði tað eisini trupult móti krútsterku pólsku verjuleikarunum. Óli royndi alt tað hann var mentur, og hann skoraði eisini tvey flott mál og vann Føroyum tvey brotskøst.
Stjørnan og spælskipari hjá Føroyum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, royndi allar snildir, ið hann dugir, fyri at rekja pólsku verjuna upp.
Níggju mál skoraði Elias, og sjey upplegg til mál stóða hann fyri. Trý brotskøst vóru eisini dømd, fyri at royna at steðga Eliasi, ið væl uppiborið varð kosin besti spælari eftir dystarlok.
Toppskjútti í dystinum var eisini føroyingur, tí Hákun West av Teigum tók yvir at skjóta brotskøst, tá Elias brendi sína fyrstu roynd. Hákun gjørdi ikki mætari enn at skorað upp á øll átta brotskøstini, ið hann skjeyt.
Harvið endaði føroyska ævintýrið í Mercedes Benz Arena í Berlin við einum heiðurligum tapi.
Manslandsliðið hevur tó staðfest, at tað hoyrir heima millum tey bestu landsliðini í Evropa.
Allur dekningurin hjá Kringvarpi Føroya, sum fevnir um greinar, innsløg, sendingar og poddar, kann finnast inni á temasíðuni um EM 2024 her á heimasíðu Kringvarpsins.
|