Í myndum: Kerit verður Heilbrigdinum kært

"Tað kennist eins og hægri maktir spældu við, at vit fingu hendan møguleikan," sigur Annika Holm, leiðari í viðgerðarheiminum Heilbrigdinum, sum hósdagin letur upp í gamla nunnukleystrinum Kerit. Tað var eisini eitt ynski hjá nunnunum, at kleystrið bleiv brúkt til okkurt samfelagsgagnligt, leggur hon afturat. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Handverkarar, starvsfólk og sjálvboðin hava at kalla arbeitt allan sólarringin, fyri at gera fyrrverandi nunnukleystrið Kerit um til eitt viðgerðarheim, ið er klárt til at taka ímóti fyrstu rúsdrekka og rúsevnismisnýtarunum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Pláss verður fyri, at 10 fólk eru innskrivað til viðgerðar í Heilbrigdinum samstundis, nú heimið letur upp í Kerit í Havn. Samanborið við umstøðurnar á Velbastað, so fáa hesi fólk nú hvør sítt kamar við egnum baðirúmi, sum er eitt stórt framstig, heldur Annika Holm, leiðari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Í Kerit verður eisini møguligt at býta viðgerðartilboðið sundur, soleiðis at sjálv móttøkan verður í neðra og kømrini hjá teimum, sum eru í holt við at blíva avrúsað. Hæddin í evra verður so tilskilað teimum, sum eru komin longri í tilgongdini at gerast rúsfrí, og tey, ið eru í holt við at verða útslúsað.  (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Ofta verður sagt, at andin hjá virkseminum, sum hevur verið í einum húsi, livir víðari í hølunum, hóast virksemið broytist. Tað er okkurt friðsælt yvir Kerit, ið tey, sum stríðast við misbrúk, uttan iva fara at kunna njóta gott av. Frálíka útsýnið í uppihaldsrúminum ger tað heldur ikki verri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Evi Poulsen, sjúkrarøktarførðingur, er eitt av 13 starvsfólkum á Heilbrigdinum, umframt at læknar og sálarfrøðingur eisini eru knýtt at viðgerðarstovninum. Heilbrigdi hevur síðani 1986 viðgjørt alkoholikarar og aðrar rúsevnismisnýtarar eftir tí sonevndu Minnesota-fyrimyndini ella Minnesota skránni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Grundhugsanin í Minnesota-skránni er, at tað eru royndirnar hjá fyrrverandi misnýtarum, sum skulu hjálpa øðrum at sleppa burtur úr bundinskapinum. Tí eru misnýtsluviðgerarnir á Heilbrigdi eisini fyrrverandi misnýtarar. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Nunnukleystrið Kerit er sera væl bygt og hildið, og tey, ið varða av Heilbrigdinum, hava lagt orku í eisini at endurnýta so nógv tí gamla. Eitt nú sær almenna vesið á gongini út, júst sum nunnurnar fór frá tí. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Umframt matarsal og uppihaldsstovu, verður ein sjónvarpsstova, ið eisini kann brúkast til viðtalur, eisini innrættað. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Sálarfriðarbønin, ið er fyrsta stigið av tólv í tilgongdini at sleppa burtur úr bundinskapinum av rúsdrekka og rúsevnum í Minnesota-skránni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Bygningurin bleiv keyptur fyri 12 milliónir krónur og umvældur fyri aðrar fimm, so hann stendur í 17 milliónum krónum, nú hann er liðugur. Tað er givið fyri ein sovorðnan bygning mitt í høvuðsstaðnum, heldur Annika Holm, leiðari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

6188 innleggingar vóru á Heilbrigdinum á Velbastað tey 39 árini, Heilbrigdið helt til har. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Annika Holm, leiðari á Heilbrigdinum, heldur eisini, at tað er gevandi fyri viðgerðarstovn, at hann liggur í einum vøkrum og livandi umhvørvi við plantuvøkstri og børnum beint við plantasjuna og Nunnuskúlan. 

Heilbrigdi

Frítekst tagging: 

Hósdagin verður almenn móttøka í Heilbrigdinum í nýggju hølunum í Kerit í Havn. Móttøkan verður klokkan 15. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera