KÍ-spælari kann fáa leikbann

KÍ-spælari kann fáa leikbann
Sjónbandaupptøka kann blíva avgerandi fyri um Mayowa Alli fær leikbann frá FSF
18.08.2016 - 12:41

FSF fer í kvøld at gera av, um verjuspælarin hjá KÍ, Mayowa Alli, skal hava leikbann fyri tilburðin, sum sæst í sjónbandabrotinum.

Myndirnar benda á, at hann slær HB-spælaran, Ara Mohr Olsen, sum tykist at øsa Mayowa Alli við at halda í troyggjuni hjá honum.

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Róin Schrøter, sigur við in.fo, at støða verður tikin til málið í dag.

KÍ skal komandi sunnudag spæla á heimavølli ímóti TB.

Sjónbandabrotið er frá dystinum millum HB og KÍ, sum Kringvarpið stroymdi beinleiðis. Myndamaður: Hans Erik Danielsen.

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304