- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark letur eisini Grønlandi matvørukekk

Matvørukekkurin, sum fólk í Danmark fingu í vár, skal eisini latast í Grønlandi - við pengum úr Danmark.
Danmark hevur sett av 45 mió. kr. í ár til endamálið, skrivar KNR.
Pengarnir eru í avtaluni um 1,6 milliardir krónur úr statskassanum til Grønlands frá 2026 til 2029.
Avtalan var gjørd millum landsstýrið og stjórnina í september í fjør.
Pengarnir eru ætlaðir til heilsu, til at umvæla bústaðir, til ein flogvøll og til eina havn.
Og til matvørukekk í ár.
Tað hevur landsstyrið samtykt. Men endaliga samtyktin er ikki komin frá danska fíggjarmálaráðharranum.
Enn er ikki greitt, hvussu stórur kekkurin verður, og hvør fær hann.
40.779 hava ríkisborgaraskap
Sambært hagstovuni í Grønlandi eru 40.779 vaksin fólk í Grønlandi, sum hava danskan ríkisborgaraskap.
Skulu tey øll hava matvørukekk, fáa tey 1103 krónur í part.
Í Danmark fingu tey, sum fingu matvørukekk, millum 1000 og 2.500 kr. hvør.
Tað kostaði statskassanum 4,5 milliardir krónur.



























