Ger so væl: Herluf latið big bandinum nýtt verk

Ger so væl: Herluf latið big bandinum nýtt verk
Í 2005 fekk Tórshavnar Big Band sítt fyrsta føroyskt-skrivað verk. Í dag eru sløk 40 í skjáttuni. Tað seinasta hevur Herluf Lützen skrivað.
11.02.2019 - 12:02

Tórshavnar Big Band varð stovnað í 1972.

Tónleikararnir vóru fyri tað mesta føroyskir; men tónleikurin útlendskur.

Tey spældu útlendsk løg - heilt fram til 2005, tá big bandið skrivaði út ein kapping í eini roynd at fáa føroyskar tónasmiðir at skrivað jazz-verk.

Tað eydnaðist. So Big Bandið gjørdi nakað tað sama aftur í 2008.

Í dag eru sløk 40 føroysk verk í skjáttuni.

Nøkur av teimum vórðu framførd á konsertini í Norðurlandahúsinum herfyri.

Herluf Lützen skrivaði eitt nýtt lag til høvið.

Sí alla sendingina Lyst

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585