- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri handtikin í sambandi við innbrot í Á-handil
Fleiri handtikin í sambandi við innbrot í Á-handil
Politiið sigur ikki nógv um málið, heldur ikki, um grundlógaravhoyring verður

Brotið var inn í Á-handilin við Landavegin í Havn, og ein størri upphædd í reiðum peningi var stolin.
25.09.2026 - 07:54
Nakrar handtøkur eru gjørdar í sambandi við innbrotið í Á-handilin við Landavegin í vesturbýnum í Havn mánanáttina.
Onkur er latin leysur aftur.
Men onkur er enn hjá politinum, sigur politiið, sum annars ikki vil siga meira um málið.
Heldur ikki, um grundlógaravhoyring verður.
Tjóvurin ella tjóvarnir brutu ein rút og fóru inn á skrivstovuna í handilsbygningunum.
Har var eitt pengaskápið brotið upp og størri peningaupphædd í reiðum peningi tikin.
Hvussu nógv, vil politiið heldur ikki siga.
Nýggjastu sendingar í ÚV

























