Jens Weihe: Aldurin er eingin forðing

Jens Weihe: Aldurin er eingin forðing
Hann rennur fimm ferðir um vikuna, kappast í rennikappingunum og hevur runnið 13 marathon. 73 ára gamli Jens Weihe letur ikki aldurin steðga sær
18.01.2021 - 12:46

Hann byrjaði at renna, tá eitt toygt krossband gjørdi, at hann ikki kundi sparka innandurafótbólt longur.

Læknin gav boð um at fara í renniskógvarnar í staðin. Tá var Jens Weihe 60 ára gamal.

Og eg byrjaði so at renna, og tað bara batnaði við hesum krossbandinum, sigur 73 ára gamli sørvingurin.

 Og eg rann so fimm kilometra teinar í fleiri ár, áðrenn eg fór til kappingar.

Ultraveteranur

Tá hann byrjaði at kappast hoyrdi hann til bólkin, sum verður kallaður superveteranar. Nú er hann ultraveteranur. Grundin til, at hann ikki fær latið vera við at renna, er einføld.

 Vælvera. Eg fái tað gott, og eg eri næstan noyddur til at renna eina fýra, fimm ferðir um vikuna. Onkuntíð renni eg hvønn dag í vikuni, sigur Jens Weihe, sum umboðar Frælsi.

Ongar ætlanir um at gevast

Sørvingurin leggur millum 2000 og 4000 kilometrar aftur um seg hvørt ár, og best dámar honum at renna úti á asfaltinum. Renniband verður bara brúkt av neyð.

Nógvu túrarnir í renniskónum síggjast aftur til árliga heilsueftirlitið, har tølini boða frá góðum. Jens Weihe hevur runnið heili 13 maraton, og hann vil ikki so fegin enda á júst tí talinum.

 Eg haldi, tað er so keðiligt at enda á trettan, sigur Jens Weihe, sum dámar væl at renna maraton í Keypmannahavn, og ætlar sær minst eitt afturat, tá støðan loyvir tí.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744