- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórmeistarin og havið
Vøkru talvfólkini eru skift út við tosk og hýsu.
29 ára gamli Vlademir Hamitivici, sum ongantíð hevði gjørt annað enn at fáast við tey 16 talvfólkini á teimum 64 svørthvítu puntunum, hevði brúk fyri einum steðgi.
Hann tímdi ikki longur talvyrkið. Tí kann tað tykjast løgið, at hann ringdi til vin sín, Finnbjørn Vang, sum er formaður í Talvsambandi Føroya. Men Finnbjørn Vang er eisini útróðrarmaður og hann bjóðaði moldavanum kjans umborð á Norðsøka.
- Finnbjørn segði, at teir høvdu brúk fyri einum útróðrarmanni, og eg hugsaði: 'Tað ljóðar ævintýrligt og spennandi, so hví ikki?', sigur Vladimir Hamitivici.
Tók av
Norðsøki hevur fingið maskinbrek uttan fyri Kunoyar Bygd og má sleipast inn á Klaksvík.
Treyðugt so, 9000 pund skulu avreiðast, og Vladimir Hamitivici stendur í kuldanum á kaiini og krøkir úr, tá kørini koma upp úr lastini. Moldavin hevur róð út síðan fyrst í januar, og honum dámar væl umborð.
- Eg havi bert verið her í ein mánað, og higartil hevur gingið væl. Eg eri bara glaður fyri, at eg ikki fái sjóverk, sigur nýklakti útróðrarmaðurin.
Tí hann fær ikki sjóverk, als ikki, hóast Moldova ikki er strandarland.
Lærir at egna og kryvja
Vladimir Hamitivici byrjaði at telva á ungum árum, og góðu evnini komu skjótt til sjóndar. Hann vann barna- og ungdómskappingar, og so líðandi gjørdist telvingin til yrki.
Síðan hevur hann ferðast og telvað í alskyns londum og varð stórmeistari í 2017.
Tað er ávísur munur á at sita við talvborðið 10 tímar um dagin og at rokast á norðhavinum. Men hann fær góða hjálp frá bátsfeløgunum.
- Teir læra meg alt, og hvønn dag royni eg okkurt nýtt. Vónandi kemur dagurin, har eg havi lært og dugi alt umborð, sigur Vladimir Hamitivici.
- Hann roynir at hanga í og ger tað, hann kann. Tú kanst ikki krevja, at ein byrjari, sum ikki hevur havt kropsligt arbeiði fyrr, kann rógva út akkurát sum hinir, sigur Finnbjørn Vang.
Skal telva fyri Klaksvíkar Talvfelag
Í hølunum hjá Klaksvíkar Talvfelag er Vladimir Hamitovic á heimavølli. Tað er týðiligt. Hann og Finnbjørn Vang hava sett seg við borðið og telva smílandi við nógvari ferð.
Føroyskir telvarar aðrastaðni skulu rokna við at hitta hann við borðið í ár.
- Eg fari at telva í kappingum í Føroyum og taka lut fyri Klaksvíkar Talvfelag, um eg havi tíð til tað, sigur moldavin.
Tí hann má spyrja arbeiðsgevaran.
- Í fyrstu syftu skal hann rógva út og koma upp á pláss, sigur Finnbjørn Vang.
Men ein slíkur kapasitetur skal ikki bert læra, hann skal eisini læra frá sær.
- Óansæð um hann verður venjari ella ikki, vænti eg, at vit fáa nógv burturúr honum, sigur Finnbjørn Vang.
- Um tú dugir okkurt, er tað stuttligt at læra tey ungu tað. Um tú ikki lærir frá tær, fer vitanin fyri skeytið, heldur Vladimir Hamitivici.
Og líkt er til, at tað verður tíð til eitt talv ella tvey komandi tíðina. Gearið hjá Norðsøka er farið, og hann liggur væntandi í eini tvær vikur.