Hondbóltur: Framtíðin er svørt

Hondbóltur: Framtíðin er svørt
H71 var í 14 av 18 steypafinalum. Dugnaligir ungdómsvenjarar og samanhaldið er lykilin til góðu gongdina hjá H71, sum tó hevur ávísar avbjóðingar
22.02.2021 - 12:24

Hondbólturin í Hoyvík hevur tað gott.

Tað kom til sjóndar, tá steypafinalurnar vóru spældar í høllini á Hálsi í Havn um vikuskifti. 

H71 átti ikki færri enn 14 lið í teimum tilsamans 18 finalunum, sum vórðu spældar. Hóast leisturin í sjálvari kappingarskipanini gevur hoyvíkingum ein fyrimun, er talið av finalistum ein greið ábending um, at H71 er eitt felag, sum ger okkurt rætt.

 - Vit hava helst ein leist, sum riggar. Vit leggja okkum eftir, at teir eldru leikararnir skulu venja og hjálpa til hjá teimum yngru, sigur forkvinnan hjá H71, Anna Dam.

 - Vit vilja hava góðar venjarar til børn og ung, og vit hugsa, at teir bestu venjararnir skulu venja yngstu liðini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815