Kunnu lyfta saman við teimum bestu

Kunnu lyfta saman við teimum bestu
Føroysku vektlyftararnir kunnu lyfta saman við teimum bestu, um menningin heldur fram, sigur danski landsliðsvenjarin, sum javnan vitjar í Føroyum
22.03.2021 - 17:09

Um vikuskiftið vórðu føroyameistaraheitini í olympiskari vektlyfting hildin fyri aðru ferð.

Niels Áki Mørk og Anna Kristina Niclasen lyftu best og fóru avstað við FM-heitunum.

Føroysku vektlyftararnir kunnu standa seg ímóti teimum bestu, um gongdin, sum hevur verið at sæð síðsta árið, heldur fram, sigur danski landsliðsvenjarin, Frank Petersen, sum javnan er í Føroyum og undirvísir í vektlyfting.

 - Tá eg síggi føroysku íðkararnar, síggi eg íðkarar, sum ikki fíra fyri nøkrum. Tey gera tað bara, og tað er ein fragd at arbeiða saman við teimum, sigur hann. 

 - Pílurin peikar beint uppeftir í mun til í fjør. Eg síggi stóra framgongd og eina kraftítrótt, sum mennist við rúkandi ferð. Og um føroyingar vilja, kunnu teir koma upp í norðurlendska toppin upp á nøkur fá ár, sigur landsliðsvenjarin.

Hava sett sær høg mál

Tað eru ikki so nógvir føroyskir lyftarar enn. Í FM-kappingini um vikuskiftið tóku tríggjar kvinnur og átta menn lut. 

Men fleiri av teimum, sum eru, hava sett sær høg mál. Ein teirra er nýklakti føroyameistarin, Niels Áki Mørk.

 - Næsta málið er at vinna DM í november, men tað ultimativa málið má verða OL, men tíðin má vísa, um tað fer at eydnast, sigur hann.

Áhugin veksur støðugt

Hetta var onnur FM-kappingin hjá Maibrit Reynheim Petersen, og hon endaði á 2. plássi hjá kvinnum. 

Maibrit fegnast um, at áhugin fyri lyfting og kraftítrótt sum heild tykist vera vaksandi, bæði millum íðkarar og áskoðarar, og samstarvið, sum er millum Frank Petersen og føroyska lyftiumhvørvið.

 - Her eru longu nógvir góðir vektlyftarar og tað eru fleiri á veg. Við hjálp frá Frank eru umstøðurnar eisini betri, so at mann kann venja vektlyfting í Føroyum, sigur hon.

 - Eg haldi, at føroyingar eru sterkir, og teir kunnu gott vísa tað við vektlyfting.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542