Fiskivinnan skal verða burðardyggari

Fiskivinnan skal verða burðardyggari
Aktørar í føroysku fiskivinnuni hava tikið stig til at stovna felagið Faroe Islands Sustainable Fisheries, sum skal arbeiða fyri, at fiskivinnan verður burðardyggari
Durita í Grótinum, stjóri í Faroe Islands Sustainable Fisheries
03.07.2021 - 13:00

Tað hevur stóran týdning fyri fiskútflytarar í Føroyum, at fiskurin er MSC góðkendur. Eitt stempul frá MSC letur upp fyri einum størri marknaði úti í heimi og betri prísi fyri fiskin.

Men tað fylgja eisini treytir við MSC góðkenningini. Eitt nú skal umsitingarætlanin eftirmetast av altjóða havrannsóknarstovninum ICES.

Tí hava aktørar í føroysku fiskivinnuni hava tikið stig til at stovna Faroe Islands Sustainable Fisheries. 

Felagið skal arbeiða fyri, at fiskivinnan verður burðardyggari - millum annað við at varðveita góðkenningar frá MSC og at fáa fleiri fiskasløg góðkend. 

Herfyri mistu Føroyar MSC góðkenninginar til makrel, sild og svartkjaft, tí ov nógv varð fiskað í mun til vísindaligu tilmælini frá ICES. Og tað er ein rúgvismikil uppgáva, at fáa hesar góðkenningarnar aftur.

Tað eru næstan 10 ár síðani føroyar fingu fyrstu MSC góðkenningina. Tað var fyri botnfiskin í Barentshavinum. í 2012 varð upsin góðkendur og í 2018 vórðu longan og brosman góðkend.

 


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375