Flokkurin fór um mark

Flokkurin fór um mark
Heðin Zachariasen gjørdi Fólkaflokkinum púra greitt, at fóru landsstýrisfólk aftur í løgtingið fyri at atkvøða, so fór hann í farloyvi fyri at tryggja Anniku Olsen tingsessin.
20.12.2021 - 20:35

-Surrealistiskt og kaotiskt. Tað sigur Annika Olsen um tað, sum hendi í Løgtinginum í dag.

Hon fer ikki at melda seg úr Fólkaflokkinum, sum fór so langt sum at umskipa landsstýrið fyri at fáa hana út úr tingsalinum í dag.

Royndin miseydnaðist, tí partamaður hennara, Heðin Zachariasen, fór í farloyvi fyri at Annika Olsen harvið kundi fáa sætið aftur á tingi.

-Flokkurin fór um mark fyri tí, sum eg kann standa inni fyri, sigur Heðin Zachariasen um sína avgerð.

Sambært Heðini Zachariasen hevði hann gjørt sína støðu púra greiða fyri Fólkaflokkinum, áðrenn Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fóru úr landsstýrinum og aftur í løgtingið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334