Fyrimyndin 2021: fjøruti ár, seks børn og spælir hondbólt á hægsta stigi

Fyrimyndin 2021: fjøruti ár, seks børn og spælir hondbólt á hægsta stigi
Hon er 40 ára gomul og eigur seks børn. Kortini spælir Poula Dulavík Berg hondbólt á høgum stigi, og vann í fjør sítt fyrsta føroyameistaraheiti saman við StÍF
31.01.2022 - 14:58

Tað er ikki lætt at steðga Poulu Dulavík Berg, tá hon trokar seg í góða støðu inni á strikuni hjá StÍF.

Hon er ágangandi, fær fatur á teimum truplastu innspølunum og sum oftast fær hon eisini bóltin afturum málverjan og í netið. 

Tað hevur hon gjørt í nógv ár, tað gjørdi hon í fjør, tá StÍF vann sítt fyrsta FM-heitið og tað ger hon eisini hetta kappingarárið, hóast hon fyllir 40 fyrsta dagin og eigur seks børn. 

 - Tað er faktiskt einki problem, staðfestir Poula Dulavík Berg turt.

 - Eg havi tey elstu við mær niðan í høllina, og tey ganga og spæla herbeint, og maðurin er heima hjá teimum yngstu. Eg havi góða familju og verfamilju, leggur hon afturat.

Hevur prógvað at tað letur seg gera

Tað ljóðar einfalt, tá Poula Dulavík Berg sigur tað, men tað er ein sannroynd, at fáir hondbóltsspælarar halda á so leingi. 

 - Hon hevur nógv at takast við í gerandisdegnum. Hon arbeiðir og hevur seks børn, men kortini megnar hon at íðka ítrótt. Tað vísir, at tú við góðum baklandi kanst gera tað, sum tú tímir, sigur liðfelagin í StÍF, Guðrið Ellingsgaard.

Marjun Danberg úr Neistanum, sum eisini telist millum royndu spælararnar í føroyskum hondbólti við kvinnum, er glað fyri, at øll í føroyskum hondbólti ikki bara eru ung og grøn.

 - Fyri tann føroyska hondbóltin er tað stuttligari at hava ein breiðan skara, sigur hon.

Tað tekur Hallur Danielsen úr Hondbóltssambandi Føroya undir við. Hann heldur, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, at spælarar ikki gevast ov tíðliga.

 - Poula eigur at geva íblástur til ungar íðkarar, og tað eigur at gera, at fleiri halda, at hetta kann eg vera við til, sigur hann.

Stendur seg í kappingini við tey ungu

Drúgvi strikuspælarin hjá StÍF er ikki við til stuttleika. Hon vil vinna, tá hon fer á vøllin, og enn stendur hon seg væl í kappingini ímóti yngru mótstøðuspælarunum.

 - Hon gevur alt, sum hon hevur hvørja ferð, og fer ikki niður við høvdinum, líka mikið hvussu gongst, sigur Guðrið Ellingsgaard.

 - Hon hevur eina fantastiska útstráling, sjálvt tá tað ikki gongst eftir vild, og hon fær fatur á nógvum av teimum bóltunum, sum tú ikki rpknar við, so hon er ikki nemm at spæla ímóti, heldur Marjun Danberg, sum var á tapandi liðnum í FM-finalunum í fjør, sum StÍF avgjørdi á heimavølli.

Spælir hart

Jón Rasmussen var venjari í fjør, tá Poula Dulavík Berg, Guðrið Ellingsgaard og hinar í hvítum og reyðum óvæntað fóru avstað við føroyameistaraheitinum. Hann rósar hugburðinum hjá strikuspælaranum, sum sjáldan bakkar.

 - Hon er ikki mest poleraði spælarin á vøllinum, sigur hann.

 - Men hon gevur seg 100 prosent og fer inn í hvørja takkling. Í endanum á kappingini í fjør, breyt hon nøsina, men tað skuldi bara eitt sindur av tape'i til, og so spældi hon víðari. Tað var ikki nakað, sum steðgaði henni, leggur hann afturat, og roknar við, at onkur av yngru spælarunum helst høvdið sett seg aftur í hennara stað.

Poula Dulavík Berg ger tað trupult hjá øðrum - yngri - spælarum at koma við umberingum, men hon vil ikki avdúka, um hon verður aftur at síggja á vøllinum næsta kappingarár.

 - Eg sigi altíð, at eg taki eitt ár í senn, so vit taka hetta kappingarárið fyrst, og so fáa vit at síggja næsta ár, sigur strikan hjá StÍF.

Velur hon at gevast, hevur hon neyvan tørv á nakrari umbering.



 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. september
Góðan morgun Føroyar
180846
Mikudag 18. september
Morgunlesturin mikudagur 18. september 2024
180550
Týsdag 17. september
Samværi 041 - Hvat sær gestsins eyga?
180543
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180838
Týsdag 17. september
Veðrið
180822
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712