Boksing: David sigraði í aðru ringroyndini

Boksing: David sigraði í aðru ringroyndini
Dómararnir góvu David Kunoy úr Tórshavn Boksing sigurin, tá hann boksaði sín annan dyst í venjingarkapping í Danmark um vikuskiftið. Størri kappingar standa fyri framman
07.03.2022 - 20:34

David Kunoy boksaði dyst fyri bert aðru ferð, tá hann saman við trimum øðrum føroyskum boksarum tók lut í venjingarkapping í Frederiksund um vikuskiftið. 

Endin varð, at boksarin úr Tórshavn Boksing vann eftir eina sokallaða split decision, tvs. at meirilutin av dómarunum góvu honum sigurin upp á stig. Bæði David Kunoy og venjarin, Martin Meng Wojciechowski, eru væl nøgdir við kappingina.

 - Eg eri øgiliga væl nøgdur. Eg var nokkso nervøsur um sjálvt úrslitið, men tað endaði væl, sigur David Kunoy.

 - Eg kann ikki annað enn at vera nøgdur. Vit komu niður við tí í huga, at vit skuldu vinna dystin, og tað gjørdu vit, staðfesti Martin Meng Wojciechowski.

Í apríl er sælandska meistarakappingin á skránni, og teir báðir hava góðar vónir.

 - Eg hopi at vinna, og eg fari ikki niður bert til stuttleikar, sigur ungi boksarin úr Tórshavn boksing.

 - Hann er ein sterkur boksari, og eg havi góðar vónir til hansara, men hann er als ikki fullkomin, og enn er langt eftir á mál, men hann hevur heiðursmerkjakjans, sigur venjarin.


David Kunoy og Martin Meng Wojciechowski undan dystinum í Frederiksund.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595