- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ole Jakob dreyar nýtt lív í Miusa træ
Ole Jakob dreyar nýtt lív í Miusa træ
Soleiðis verður ein træstubbi til ein lampuskíggja. Ole Jakob Nielsen hevur síðani jólaódnina í 1988 at kalla bert arbeitt við føroyskum viði.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
29.03.2022 - 14:00
Jólaódnin í 1988 gjørdist eitt vegamót fyri smíð-læraran Ole Jakob Nielsen.
Yvir nátt varð stórur partur av viðarlundini í Havn slaktað.
Í øllum meiningsloysinum fann Ole Jakob Nielsen eina meining við sínum lívi:
- Hann skuldi dreya nýtt lív í føroysk trø - restina av lívinum.
Nýggjasta træið í røðini er Miusa træ, sum varð felt í fjør.
Træið hevur verið partur av býarmyndini við Vaglið í Havn; men tá nýggja torgið varð gjørt, varð fylt ov nógv mold rundan um, og træið doyði.
Ein troyst er, at Ole Jakob Nielsen hevur fingið ein træstubba heim til Leynar at turka og síðani dreya og endurnýta til antin lampuskíggjar ella skálir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV