Norskur serlækni: Sjúklingur kann ikki líta meira á vitlíki enn læknan

Norskur serlækni: Sjúklingur kann ikki líta meira á vitlíki enn læknan
Fyrrapartin skipaði Etiska ráðið saman við Fróðskaparsetrinum fyri ráðstevnu um etikk og vitlíki
Helge Brøgger er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki.
 
28.05.2025 - 13:34

 - Ein sjúklingur kann ikki líta meira á vitlíki enn á læknan. Tað ber til at nýta vitlíki at fáa ymsar upplýsingar, men tú kanst ikki líta blint á tað. 

Tað sigur Helga Brøgger úr Noregi, sum er serlækni í radiologi og granskari í vitlíki. 

Fyrrapartin skipaði Etiska ráðið saman við Fróðskaparsetrinum fyri ráðstevnu í Kongsstovu um etikk og vitlíki.

Helga Brøgger var høvuðsrøðari á ráðstevnuni, og hon vísti á, at tað er ein avbjóðing í heilsuverkinum, tá ið sjúklingur gevur vitlíki nógvar upplýsingar um sína sjúku, og síðani kemur við svarinum frá vitlíki til læknan, og vil hava læknan at geva eina ávísa viðgerð.

Fyrimunir kunnu tó eisini vera í hesum, so at sjúklingurin skilir støðuna betur, sigur Helge Brøgger.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28052025_Vitliki

 

Maria Hammer Olsen, kliniskur útbúgvingarleiðari í sjúkrarøktarfrøði á Foðskaparsetrinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329