Gunnar klárur at halda turkum úti

Gunnar klárur at halda turkum úti
Eftir avboðið hjá Teiti Gestssyni er lítil ivi um, at Gunnar Nielsen byrjar í føroyska málinum ímóti Turkalandi
Hans Erik Danielsen/FSF
04.06.2022 - 01:59

Gunnar Nielsen væntar eina trupla uppgávu ímóti Turkum á Başakşehir Fatih Terim Stadion í Istanbul í kvøld.

  - Hetta verður ein av teimum dystunum, har vit koma at standa nokkso nógv í verjustøðu. Vit skulu standa væl, arbeiða øgiliga hart og kanska hava eydnuna við okkum eisini, sigur royndi málverjin.

Nógv bendir á, at Gunnar Nielsen, sum annars hevur verið í harðari kapping við Teit Gestsson síðstu árini, byrjar í føroyska málinum, tí HB-málverjin gav avboð hesaferð.

 - Nú hava vit Mattias (Lamhauge, red.) og Kristian (Joensen, red.) við, sum eru tveir øgiliga góðir málverjar, og eg føli altíð, at tað er kapping.

 - Vit hava ikki fingið liðið enn, men um eg spæli, so gleði eg meg til tað. Eg havi altíð sagt, at tað størsta er at spæla fyri Føroyar, sigur Gunnar Nielsen.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541