Væl nøgd við fyrstu Skúlaleikirnar

Væl nøgd við fyrstu Skúlaleikirnar
Um vikuskiftið var fyrsta landsstevnan í Skúlaleikum, sum Ítróttarsambandið skipar fyri saman við øðrum. Fyrireikarar, lærarar og ikki minst næmingarnir vóru væl nøgdir
13.06.2022 - 17:45

Skúlaleikirnir hava nú eitt ár á baki, og fyrsta royndin er væleydna.

Tað halda í hvussu er fyrireikararnir, ÍSF, og  bæði lærarar og næmingar, sum tóku lut í fyrstu landsstevnuni um vikuskiftið.

 - Tað hevur gingið væl, og vit eru væl nøgd, sigur Katrin á Neystabø, sum samskipar tiltakið fyri ÍSF.

 - Tað, sum hevur mestan týdning fyri okkum, er, at ítróttarlærararnir eru nøgdir.

Endamálið við Skúlaleikum er sambært fyrireikarunum at skapa felagsskap og rørslugleði í ítróttartímunum í skúlanum. Hetta skal millum annað eggja børnum at íðka meir ítrótt í frítíðini.

 - Hetta er tilfar og undirvísingaramboð til lærararnar. Hetta skal geva teimum íblástur til at arbeiða við nøkrum ítróttargreinum í ítróttartímanum, sigur Katrin á Neystabø.

Væl nøgdir lærarar

Í ár hava hesar ítróttargreinirnar verið flogbóltur, badminton, innirógving og frælsur ítróttur. 4. og 5. flokkar kring landið hava tikið lut, og ígjøgnum undanstevnur síðstu tíðina, hava 15 flokkar spælt seg til landsstevnuna.

 - Vit hava fingið ein faldara við ymiskum sum vit kunnu gera, td. í rógving, har tú ikki endiliga nýtist at hava rógvimaskinur fyri at kunna rógva, sigur Elin Maria Olsen, lærari, sum  fegnast um fyrsta árið við Skúlaleikum.

Eisini Tórður Thomsen, lærari, sær týðiligar ágóðar av Skúlaleikum.

 - Børn, sum ikki hava íðka ítrótt fyrr, eru aktivari í tímunum, og eg veit, at onkur av teimum hevur meldað seg til onkran ítrótt har inni, sum ikki er fótbóltur ella hondbóltur, sigur hann.

Avgjørt er, at Skúlaleikir verða aftur næsta skúlaár. Broytingin er, at nú sleppur 6. flokkur eisini uppí. Tey skulu royna seg í kurvabólti og rørslumegi. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Mikudag 8. apríl
Eitt korter við klassiskum
206743
Mikudag 8. apríl
Skratsj 8. apríl 2026
206739
Mikudag 8. apríl
Tá kroppurin broytist
206728
Mikudag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
206727
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647