U20: Eitt satt hondbóltsbragd

U20: Eitt satt hondbóltsbragd
U20 manslandsliðið vann móti Danmark í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum, sum verður leikt í Porto í hesum døgum.
07.07.2022 - 19:34

Føroysk hondbólts- og ítróttasøga var skrivað hósdagin 7. juli, tá Føroyar leiktu fyrsta dystin í einum EM-endaspæli. Fyrsti dysturin var móti Danmark, sum verður mett sum eitt sera sterkt lið í kappingini. 

Og føroyingar gjørdu bart. Føroyar vunnu móti Danmark 33-32.

- Hetta var eitt ótrúliga stórt avrik, og eg kann ikki minnast eitt størri úrslit av nøkrum føroyingi á einum hondbóltsvølli, sigur Sjúrður Hildarson Hoydal, hondbóltsviðmerkjari. 

Føroyar eru sera væl við í fyrra hálvleiki, og tá farið verður til hálvleiks er støðan 15-15. Danmark leggur seg tó á odda við fýra málum tíðliga í seinna hálvleiki. 

- Tá byrjaðu vit at hugsa, um hetta var munurin, og at nú var farið, sigur hondbóltsviðmerkjarin. 

Men so var ikki. Føroyar komu væl aftur í dystin. Og sambært Sjúrði Hoydal var tað føroyska yvirskotið, sum gjørdi munin. 

- Vit byrja at vinna tvídystirnar, og spælið koyrdi ótrúliga væl, sigur hann. Tað síðsta korterið vóru vit eisini tað besta liðið á vøllinum, leggur hann afturat. 

- Sterkari avrik, havi eg ongantíð sæð fyrr, sigur hondbóltsviðmerkjarin. 

Fyri framman standa nú Ungarn og Slovenia, men eisini har eru vónirnar góðar, hóast talan er um sera sterk lið. 

- Nú skulu vit bara vinna teir næstu dystirnar, so eru vit víðari, sigur Sjúrður Hoydal. 

Og longu í dag eru Føroyar aftur á vøllinum, tá føroyingar taka móti Slovenia. 

Dysturin byrjar klokkan 12, og Kringvarpið byrjar at senda í sjónvarpinum klokkan 11.50.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541