Taka undir við nýggjum kappingarleisti

Taka undir við nýggjum kappingarleisti
Undankappingin hevur verið ein elddópur fyri fótbóltslandsliðið við kvinnum. Hóast tær hava lært nógv, taka tær undir við nýggjum kappingarleisti, sum sigst vera á veg
Bjarni Enghamar/FSF
Ásla Johannesen og Føroyar skulu spæla ímóti Skotlandi í kvøld
05.09.2022 - 20:29

Í kvøld spælir føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum sín síðsta dyst í hesari HM-undankappingini.

Mótstøðuliðið er Skotland, sum liggur á 2. plássi í bólkinum, og hevur tørv á trimum stigum fyri at tryggja sær pláss í endaspælinum.

 - Vit taka tað við stívum armi, og gera okkara allarbesta, sigur liðskiparin, Ásla Johannesen, sum hevur verið darvað av skaða í tríggjar mánaðir. 

AGF-spælarin var tó á vøllinum í fyrra hálvleiki í 3-0 tapinum ímóti Ukreina fríggjakvøldið og slapp snikkaleys frá dystinum.

 - Tær eru jú heimsklassi, sigur hon.

Ja, takk til nýggjan kappingarleist

Og Skotland er ikki einasta sterka liðið, sum Føroyar hava møtt í hesi undankappingini. Ungarn, Ukreina og ikki minst krútsterka spanska landsliðið hava givið unga føroyska liðnum ein veruligan elddóp.

Tí halda bæði Ásla Johannesen og danski venjarin, Lene Terp, at ein nýggjur kappingarleistur hevði verið gagnligur fyri menningina hjá føroyska landsliðnum.

Sum skilst er evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, á veg nýggjum leisti, sum kanska minnir eitt sindur um Nations League, har lið verða bólkaði saman við londum á nøkulunda sama stigi.

 - Har skulu vit spæla ímóti liðum, sum eru á okkara stigi og hava somu fyritreytir fyri at vera góð, tí tað snýr seg eisini í stóran mun um, hvørjar fyritreytir tú hevur, sigur Lene Terp.

 - Tað er eingin loyna, at tað er stuttligt at spæla ímóti heimselituni og tínum fyrimyndum, men tað er betri fyri øll lið, at spæla ímóti onkrum á sama stigi. Tað hevði verið gott fyri okkum, um vit sloppu at spælt dystir, sum telja, ímóti liðum nærri okkara stigi, sigur Ásla Johannesen.


Lene Terp og Ásla Johannesen halda, at nýggjur kappingarleistur er eitt gott hugskot
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424