Dømingin fær vánaligt skoðsmál

Dømingin fær vánaligt skoðsmál
Liðskiparin hjá Víkingi, Atli Gregersen, gav ilt av sær um dømingina í oddadystinum ímillum Víking og KÍ
12.09.2022 - 19:06

Hann rósti avrikinum hjá Víkingi.

 - Vit sita á teimum, og halda okkum til tað, sum vit høvdu avtalað áðrenn, og vit hava teir størstu kjansirnar allan dystin ígjøgnum.

Hann rósti mótstøðuliðnum.

 - Tað er ordiliga flott av KÍ, teir hava koyrt alt kappingarárið. Øgiliga uppiborið og fantastiskt liðavrik allan vegin ígjøgnum.

Men Atli Gregersen fanst at dømingini í dystinum millum Víking og KÍ. Hann var serliga ónøgdur við støðuna, tá René Shaki Joensen javnaði til 1-1 eftir hornaspark og trunkaspæl í málteiginum.

 - Vit halda klárt, at hann spælir bóltin við hondini... mann stendur við kensluni av, at tað hevði ikki verið góðtikið í hinum endanum, segði Atli Gergersen eftir dystin.

Sí alla samrøðuna omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761