KÍ-venjarin: Vit skulu eitt gir upp

KÍ-venjarin: Vit skulu eitt gir upp
KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, var, sum vera man, væl nøgdur við sigurin á Víkingi, men legði dent á, at liðið skal upp í hægri gir seinastu mánaðirnar av kappingini
12.09.2022 - 20:21

KÍ-venjarin, Mikkjal Thomassen, var væl nøgdur eftir 2-1 sigurin á Víkingi í Sarpugerði sunnudagin. 

 - Eg var øgiliga væl nøgdur við fyrra hálvleik. Tað var ein trupul hálvleikur, men vit hava tamarhald á og fáa onkursvegna eisini trýst teir aftur í 16-meturin og fáa skapt nakrar rættiliga stórar kjansir, segði Mikkjal Thomassen.

Eftir steðgin kom KÍ afturum tíðliga, men javnaði skjótt og endaðu við at fáa sigursmálið. KÍ-venjarin rósti hugburðinum hjá spælarunum eftir leiðslumálið hjá Víkingum.

Mikkjal Thomassen viðgekk kortini, at álopsspælið hjá KÍ ikki hevur verið hitt sama, síðani evropeisku dystirnar í summar. Hann legði dent á, at liðið skal eitt gir upp seinastu mánaðirnar av kappingarárinum.

 - Vit gjørdu ikki ein serliga góðan figur vesturi í Vágum og hava eina spennandi hálvfinalu eftir. Vit hava eitt stig, sum vit ikki finna í løtuni. Vit skulu eitt gir upp afturat tann síðsta partin av kappingini, og tað er fokus hjá okkum. Í dag helt eg, at intensiteturin og konsentratiónin var á rætta stignum, og nú mangla vit kanska at finna tað álopsspælið, sum vit vita, at vit hava í okkum, men sum onkursvegna verður merkt av so nógvum evropeiskum dystum, segði KÍ-venjarin.

Árni Frederiksberg, sum skeyt avgerandi málið við frálíkum frísparki, fekk eisini nøkur rósandi orð.

 - Hann er tann mest dedikeraði og loyali spælarin, tú kanst fáa. Hann livir og brúkar hvørt sekund í døgninum upp á at vera tann besta útgávan av sær sjálvum, og tað er øgiliga inspirerandi, segði Mikkjal Thomassen millum annað.

Sí alla samrøðuna við Mikkjal Thomassen omanfyri

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Vikuskiftið 10 januar 2025
186151
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035