Nýggj lóg um pant send til hoyringar

Nýggj lóg um pant send til hoyringar
Hoyringsfreistin er 7. oktober.
12.09.2022 - 18:47

Tíðin, tá fólk skulu ganga úr handli til handil fyri at sleppa av við fløskur og onnur endurnýtsluíløt, er skjótt farin. Tí nú er ein nýggj lóg send til hoyringar.

Høvuðsendamálið við uppskotinum er at gera tað møguligt at sleppa av við øll síni pantáløgdu íløt á sama stað.

Soleiðis stendur í uppskotinum til løgtingslóg um pant á íløtum og uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur, sum Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, hevur sent til hoyringar.

Men ikki øll eru líka glað fyri uppskotið í verandi líki. 

Ein teirra er Bergur Robert Dam Jensen, ið rekur handil í Kollafirði. Hann heldur, at tað er ov tungt, serliga hjá smáu handlunum, at skilja sundur øll sløg av pantálagdum íløtum.

 

Fevnir ikki um Rúsuna

Lógin fer ikki at umfata Rúsdrekkasøluna.

Hon hevur góða skipan, har 90 prosent av íløtunum koma aftur, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið.

Lógaruppskotið sigur, at tað liggur á innflytara og framleiðara at syrgja fyri, at íløt koma til endurnýtslu og endurvinning.

Men lógin ásetur ikki, hvussu hetta skal gerast.

Tað stendur tí innflytarum, framleiðarum, sølustøðum og góðkendum móttøkum frítt at samstarva og skipa seg í sambandi við innheintingina.

Endamálið við nýggju lógini er ikki at lata tað almenna ella eitt alment partafelag taka ímóti meginpartinum av pantáløgdu íløtunum, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290