Borgarar klaga um byggiverkætlan

Borgarar klaga um byggiverkætlan
"Hetta er ikki rættur framferðarháttur", sigur ein av grannunum hjá byggiverkætlanini
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
18.11.2022 - 18:20

Í Klaksvík hava fólk í grannalagnum við Kirkjubrekku og á Fløttinum skrivað undir eitt mótmæli ímóti nýggjari byggiverkætlan, ið skal hýsa handilsvirksemi, skrivistovum og íbúðum. 

Sambært umsitingini hjá Klaksvíkar kommunu, so lýkur verkætlanin ikki treytirnar í byggisamtyktini í verandi líki. 

Málið skal fyri Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini 5. desember. Her skulu býráðslimirnir altso taka støðu til, um byggisamtyktin skal tillagast. 

Trý frávik eru: 

  • Fyrsta er, at har ikki er pláss til tey parkeringsplássini, ið byggisamtyktin krevur av einum vinnubygningi í fleiri hæddum
  • Annað frávikið er, at bygningurin er eitt vet hægri, enn samtyktin loyvir
  • Og triðja og seinasta frávikið er, at ábygging er ov stór, ið merkir, at bygningurin fyllir meiri av samlaða grundstykkinum, enn byggisamtyktin loyvir

Hóast hetta, hevur Klaksvíkar kommuna givið loyvi til útgrevstur á økinum. Tí er arbeiðið longu farið í gongd. 

Sambært tekniska stjóranum í Klaksvíkar kommunu, er mann kort síðani farin frá hesari siðvenjuni í kommuni, har tey geva loyvi til útgrevstur, áðrenn samlaða verkætlanin er góðkend. Tað er tó hetta, sum er farið fram í hesum málinum. Hvørt tað fer at hava ávirkan á avgerðina hjá býráðnum 5. desember, er ilt at siga.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192550
Hósdag 29. mai
Morgunlestur hósdagur 29.mai 2025
192275
Mikudag 28. mai
Orðaval #22: Fólkanøvn
192492
Mikudag 28. mai
Morgunlestur mikudagur 28.mai 2025
192274
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. mai
Guðstænasta
192557
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506
Mikudag 28. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192491
Týsdag 27. mai
Veðrið
192469