Andrias gleddist um sín fyrsta dyst

Andrias gleddist um sín fyrsta dyst
Andrias Edmundsson fekk fyri kortum at vita, at hann neyvan fór at sleppa av við fótskaðan, men nú er hann batnaður so mikið, at hann hevur spælt sín fyrsta A-landsdyst
19.11.2022 - 20:57

Á nýggjárinum skrivaði Andrias Edmundsson sær ein lista við málum á.

Eitt av málunum var at spæla fyrsta A-landsdystin, og tað gjørdi stóri toftamaðurin leygardagin í venjingardysti ímóti Kosovo, sum endaði 1-1.

 - Eg eri øgiliga glaður, tí tað er eitt mál, sum eg havi havt leingi, segði Andrias Edmundsson eftir dystin á Fadil Vokrri-leikvøllinum í Pristina.

Sum árið hevur liðið, hevur tað ikki beinleiðis ligið í kortunum, at tað fór at eydnast hjá miðverjanum at røkka málinum, sum hann setti sær á nýggjárinum.

Ein fótskaði hevur darvað illa, og fyrr í ár vóru boðini, at hann neyvan fór at sleppa av við skaðan.

 - Tað er ikki so langt síðan, at ein lækni kom yvir til mín og segði, at 'tú helst altíð kemur at hava trupulleikar við fótinum', men eg havi ongar trupulleikar nú, og tað eri eg ekstremt glaður fyri, segði fegni verjuleikarin, sum ætlar sær at halda fast um landsliðsplássið komandi ár.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450