Marita og Rógvi vunnu aftur

Marita og Rógvi vunnu aftur
Marita Andrasardóttir og Rógvi Kárason vunnu annað umfar í vetrarkappingini í renning í Havnadali. Tey bæði vóru eisini fremst í fyrsta umfari runt Agnið
22.11.2022 - 10:19

Rógvi Kárason og Marita Andrasardóttir hava fingið góða byrjan upp á vetrarkappingina í renning. 

Um vikuskiftið vunnu tey annað umfar í Havnardali og løgdu sostatt sigurin afturat fyrsta plássinum í fyrsta umfar runt Agnið.

Rógvi Kárason fekk kapping frá liðfelaganum úr Bragdinum, Mikkel Dyhr, og teir báðir fylgdust stóran part av teininum.

 - Vit fylgdust næstan allan vegin, men tá vit skuldu renna í mótvindinum, legði Mikkel seg afturum meg, so eg kundi hjálpa honum eitt sindur, segði Rógvi Kárason.

 - Tá vit so komu í ta síðstu brekkuna, tá fall hann longri afturum, meðan eg helt nøkulunda ta somu ferðina, sum tú nú einaferð kanst í slíkum veðri, segði vinnarin hjá monnum, sum rann teinin upp á 34.00.

Mikkel Dyhr fekk annað plássið, meðan Eirikur Hansen fekk triðja plássið. Rógvi Kárason ætlar at renna í øllum vetrarkappingunum, og eitt av stóru málunum fyri 2023 er at klára oyggjaleikakravið.

 - Fyrst og fremst ræður um at klára oyggjaleikakravið og vónandi sleppa við, og eftir tað vil eg eisini klára eina ordiliga góða maratontíð og kanska nærkast metinum innan nøkur ár, segði Rógvi Kárason.

Marita klárt á odda

Marita Andrasardóttir úr Bragdinum fór framum hinar tíðliga á níggju kilometra langa teininum, og hon hugdi ongantíð afturum seg og vann sannførandi við tíðini 42.03.

 - Eg hugsi fram ímóti oyggjaleikum. Og sigi ja takk, um eg sleppi við har, segði Marita Andrasardóttir.

Á øðrum plássi endaði Hergerð Heldarskarð - eisini úr Bragdinum, meðan Vibeka Eihil Sivertsen fór avstað við bronsuni.

Triðja umfar í vetrarkappingini verður í Kollafirði tann 10.desember.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Vikuskiftið 2 jan 2026
202191
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
Árið, ið fór í mentan 2025
202171
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132