Føroysku lyftararnir gjørdu bart til DM

Føroysku lyftararnir gjørdu bart til DM
Trý donsk meistaraheiti, eitt danskt met, og hópin av heiðursmerkjum. Tað var flotta úrtøkan, tá føroyskir vektlyftarar kappaðust í DM um vikuskifti
13.03.2023 - 16:39

Føroysku lyftararnir, sum kappaðust um donsku meistaraheitini um vikuskiftið, gjørdu bart.

Teir vunnu tilsamans trý DM-heiti, settu eitt danskt met og vunnu fleiri heiðursmerki.

Niels Áki og Maibritt danskir meistarar í tvídysti

Í tvídystinum, sum er samlaða úrtøkan fyri lyftini í trek og vend & stoyt, vóru DM-gullini tvey í tali.

Niels Áki Mørk var favorittur í vektflokkinum undir 61 kg hjá monnum. Niels Áki hevur annars tikið lut í flokkinum undir 67, men hann er lætnaðu fimm kilo, so hann kundi kappast í lægra flokkinum, og tað skuldi loysa seg, skrivar Styrkisamband Føroya.

Við 96 kilo í trekk og 110 í vend & stoyt lat hann ongan iva vera um, at hann var besti lyftarin í flokkinum. Eisini hevði hann 115 yvir høvdinum í triðju royndini, men dómararnir kolldømdu lyftið.

Tey 96 kg í trekk vóru hartil danskt met.

Maibrit Reynheim Petersen varð ikki roknað sum favorittur undan kappingini. Tann leiklutin átti Line Gude, sum telist millum allarfremstu kvinnurnar í ríkinum, meðan Maibrit og hinar so skuldu stríðast um silvur.

Men tað gekk ikki eftir vild hjá Line. Í trekk kiksaði hon allar tríggjar royndirnar, og so var Maibrit til reiðar at taka av. Maibrit vann gull í trekk við 81 kilo, og hon vann silvur í vend & stoyt við 99 kg. Tá lyfti Line 120 kg, men tað munaði lítið í tvídystinum, har Maibrit fór avstað við gullinum.

 

Eitt kilo frá samlaða gullinum

Og vildi heilt væl til, høvdu Føroyar eisini fingið eitt triðja gullmerki í tvídystinum.

Undan kappingini var Pól Hendrikur Andreasen farin ein vektflokk niður, og eftir trekk, var hann á odda í samlaðu kappingini.

Í vend & stoyt partinum gekk tað tó akkurát ikki. Alexander Nyberg lyfti tá 114 kg, og tí endaði hann samanlagt eitt kg framman fyri Pól Hendrik. Pól Hendrikur fekk sostatt eitt gull og tvey silvurmerki

Afturat hesum vann Leif á Bøgarði eina silvur og Sofus Bech lyfti seg til bronsu.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012