Upp til sjey broytingar verða gjørdar

Upp til sjey broytingar verða gjørdar
Fleiri nýggir spælarar fáa kjansin í venjingardystinum ímóti Norðurmakedónia. Håkan Ericson sigur, at hann møguliga fer at gera heili sjey broytingar í uppstillingini
26.03.2023 - 14:40

Håkan Ericson boðar frá broytingum undan venjingardystinum ímóti Norðurmakedónia mánadagin. 

Møguliga verða heili sjey nýggj nøvn í byrjanaruppstillingini, og helst verður onkur taktisk broyting eisini gjørd.

 - Vit gera onkra lítla taktiska broyting, tí hetta er sterkari lið, sum vit møta í morgin, sigur landsliðsvenjarin. Hann vil ikki avdúka, hvørjir spælarar verða skiftir út og inn, men tað er ikki óhugsandi, at bert ein framherji verður inni frá byrjan, so antin miðjan ella verjuketan fær ein mann afturat.

Høvuðsdentur tykist verða lagdur á, at royna aðrar spælarar enn teir, sum byrjaðu inni ímóti Moldova, men tað er greitt, at fleiri hava tørv á hvíld, eftir eina kappingarbyrjan heima í Føroyum, sum orsakað av nógva kavanum als ikki hevur gingið eftir vild.

Seinni í ár skal Føroyar spæla ímóti bæði Kekkia og Póllandi í undankappingini, og dysturin ímóti Norðurmakedónia skal eisini síggjast sum liður í fyrireikingini til hesar dystirnar, tá Føroyar óivað verða undir stórum trýsti.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858