Oyggjaleikir: Formaðurin og systkini umboða Føroyar í borðtennis

Oyggjaleikir: Formaðurin og systkini umboða Føroyar í borðtennis
Trý systkin mynda borðtennislandsliðið, sum er tikið út til Oyggjaleikirnar á Guernsey. Tey gleða seg, og tað ger Andras Nolsøe frá ÍSF eisini. Hann vitjaði í sjónvarpsstovuni
28.03.2023 - 10:01

Fróði Fríðason Jensen skal spæla borðtennis fyri Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar.

Tað skal Ári Fríðason Jensen eisini. Umframt brøðurnar Fróða og Ára er systirin, Durita Fríðadóttir Jensen, eisini á landsliðnum, sum skal til kanaloynna í summar. 

 - Nú havi eg roynt at havt yngri systkin við fyrr, systir mín kemur við eisini, og nú er lítlibeiggi mín eisini við, so trioin fullkomin, sigur Fróði Fríðason Jensen, sum eisini er formaður í Borðtennissambandinum. 

 - Tað kennist øgiliga væl. Eisini at fara við saman við systkunum hjá mær, tað verður stuttligt, sigur Ári Fríðason Jensen, sum er við fyri fyrstu ferð.


Fyrireikingarnar til leikirnar ganga væl

Tað hevur verið leingi at bíða eftir leikunum á Guernsey, sum nú nærkast av álvara.

Fýra ár eru síðan síðstu leikirnar á Gibraltar, tí koronufarsóttin hevði við sær, at tað ikki bar til at kappast í 2021.

 - Eftir at leikirnir vórðu útsettir í 2021, kom ein steðgur í fyrireikingarnar, men tær vórðu tiknar uppaftur í fjør, og nú bert nakrir fáir mánaðir eru til leikirnar, ert tú komin hartil, at tað mesta er klárt, sigur Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá Ítróttasambandinum.

Borðtennishópurin er tikin út, og aðrar ítróttagreinar eru í holt við at velja sínar íðkarar, sigur Andras Nolsøe. Freistin er 30. apríl.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858