Elias á Skipagøtu: "Málið var at vinna við fleiri enn fimm málum"

Elias á Skipagøtu: "Málið var at vinna við fleiri enn fimm málum"
"Vit taptu við fýra málum móti Ukraina á útivølli, og tí var umráðandi hjá okkum at vinna í fleiri enn fimm málum í kvøld," sigur føroyska stjørnan Elias Ellefsen á Skipagøtu
Tað var ein fegin Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið møtti tíðindafólkunum eftir dystin
26.04.2023 - 22:15

Føroyar vunnu sera sannførandi 33-26 móti Ukraina í EM-undankappingardysti í hondbólti í Høllini á Hálsi í Havn. 

Málið var at vinna við í fleiri enn fimm málum, so at Føroyar fingu ein betri málmun enn Ukraina.

Tað sigur føroyska hondbóltsstjørnan Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið skoraði 13 mál í dag, hóast hann ikki hevði ein av sínum bestu dystum. 

"Høllin á Hálsi í Havn er heimsins besti heimavøllur," staðfesti Elias Ellefsen á Skipagøtu.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037