- Síðstu minuttirnir vóru óendaliga langir

bannari
- Síðstu minuttirnir vóru óendaliga langir
Teis Horn Rasmussen var sjálvandi ovurfegin um, at tað eydnaðist at spæla seg til EM, men viðgongur, at tað var hart at bíða eftir úrslitinum millum Ukraina og Rumenia
30.04.2023 - 19:58

 - F***, hetta er gott.

Soleiðis segði Teis Horn Rasmussen, eftir at EM-plássið í Týsklandi í januar var staðfest.

Føroyar taptu síðsta dystin ímóti Eysturríki greitt, og so var einki annað at gera, enn at bíða eftir úrslitinum úr Týsklandi, har Ukraina ikki mátti vinna við átta málum ella meir á Rumenia.

Eina løtu vóru seks mál á muni, men tað eydnaðist ikki hjá Ukraina, og so kundu føroysku spælararnir sleppa kenslunum leysum í Bregenz. 

 - Síðstu minuttirnir vóru óendaliga langir, men tá tað endiliga bleiv avgjørt, ja..., segði Teis Horn Rasmussen, sum hevði trupult við at finna røttu orðini.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576