Maria og Jana takka fyri seg

Maria og Jana takka fyri seg
Við FM-sigrinum takka tveir av stóru hondbóltsprofilunum í føroysku kappingini fyri seg í H71. Maria Weyhe og Jana Mittún flyta í summar til Danmarkar, har ørindini eru ymisk
08.05.2023 - 17:01

Tær hava myndað føroyskan kvinnuhondbólt seinastu árini. 

Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún hava gingið fremst á H71-liðnum, sum seinastu árini hevur ment seg til hitt sterkasta í landinum.

Um vikuskiftið vunnu tær føroyameistaraheitið á heimavølli, og samstundis takka tær báðar fyri seg í Hoyvíkshøllini.

Í summar flyta tær til Danmarkar, Maria Halsdóttir Weyhe í lestrarørindum og Jana Mittún fyri at royna hondbóltsflogið í Viborg.

Vit tosaðu við tær báðar um H71, hondbóltin og framtíðina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115